Hondbóltsfelagið "TJALDUR" í Runavík er endurstovnað 29. oktober 1998 við endamálinum at íðka hondbólt og annan ítrótt og virka fyri siðmennandi ungdómsarbeiði við røttum ítróttaranda.

Felagslóg fyri hondbóltsfelagið TJALDUR

Grein 1.
Navn felagsins er TJALDUR, og heimstaður tess er Runavík.
Endamál felagsins er:
At íðka hondbólt og annan ítrótt og virka fyri siðmennandi ungdómsarbeiði við røttum ítróttaranda.

Grein 2.
Ósømuligur og ljótur atburður, felagnum til niðurløgu, verður ikki toldur. Stjórnin kann sekta brot á hesa grein við karantenu, ella við útliman.

Grein 3.
Ein og hvør, sum góðtekur felagslógina, og sum vil gjalda tey gjøld, sum ásett eru og góðtikin á aðalfundinum, kann gerast limur í felagnum.
Lógin verður útflýggjað við innliman.

Grein 4.
Aðalfundurin velur 3 manna starvsnevnd: Formaður, næstformaður, sum samstundis er skrivari, og kassameistari. Starvsnevndin verður vald fyri 2 ár í senn, tó soleiðis, at ein limur gongur út eitt ár og tveir limir út árið eftir, men kunnu verða afturvald/-ir.
Ein tiltakslimur verður  valdur í starvsnevndina - hesin verður valdur á hvørjum ári.
Eisini velur aðalfundurin eina 3-manna hondbóltsnevnd, ið stendur fyri kappingini í felagnum. Hesir verða valdir fyri eitt ár í senn.
Hondbóltsnevndin skipar seg sjálv við formanni.
Ein tiltakslimur verður valdur í hondbóltsnevndina.
Starvsnevndarlimir kunnu ikki sita í hondbóltsnevndini. Starvsnevndin skal saman við formanninum í hondbóltsnevndini skipa stjórn.
Stendur á jøvnum tá atkvøtt verður á starvsnevndarfundi, er formansatkvøðan avgerðandi.
Stjórnin kann seta bráðfeingis 3 manna umboðsnevnd, um nýggj ítróttargrein verður skipað í árinum.

Grein 5.
Til grannskoðan av roknskapi verða valdir 2 grannskoðarar.
Roknskaparárið er frá 1. mai til 30. apríl.

Grein 6.
Aðalfundurin verður hildin í mai mánaða á hvørjum ári við hesi fundarskipan:
      1. Formaðurin greiðir frá farna ári.
      2. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
      3. Innkomin mál.
      4. a. Val av einum/tveimum limi/-um í starvsnevndina
          b. Val av umboðsnevndum
          c. Val av tiltakslimum
      5. Ymist.
Aðalfundurin verður fráboðaður skrivliga til limirnar og lýstur í fjølmiðlunum seinast 14 dagar frammanundan og er viðtøkuførur við teim frammøttu.
Mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundi, skulu vera stjórnini skrivliga í hendi seinast 7 dagar áðrenn aðalfund.
Fyri at hava atkvøðurætt á aðalfundi skal viðkomandi hava verið limur í felagnum minst ½ ár og verða fyltur 16 ár.

Grein 7.
Uppskot til lógarbroytan mugu verða stjórn felagsins í hendi minst 3 vikur áðrenn aðalfund.
Fyri at lógarbroytan kann verða framd, mugu minst 2/3 av teim frammøttu limunum vera fyri broytanini.

Grein 8.
Eykaaðalfundur kann verða hildin, tá øll stjórnin, ella ein triðingur av limunum krevja tað.
Hann má verða lýstur minst 14 dagar frammanundan, og er viðtøkuførur við teim frammøttu.

Grein 9.
Formaðurin í felagnum eigur at umboða felagið, t.d. á aðalfundi í Í.S.F., sum umboðsmaður felagsins. Kann hann ikki møta sjálvur, skal hann fáa annan í staðin.

Grein 10.
Verður felagið avtikið, skulu ognir tess falla til ungdómsarbeiðið, ítróttinum at fram í Runavíkar kommunu.

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi 29. oktober 1998 í Runavík.

Vegna hondbóltsfelagið "TJALDUR"

Andrias Jacobsen, formaður.

 

 



Copyright © 2004 Hondbóltfelagið Tjaldur - Boks 71 - 620 Runavík